Ítróttur

So skulu badmintonleikararnir spæla um gull í DJO

...

2016-05-15 17:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Annar dagur við Danish Junior Open er nú spældur - og okkara spælarar hava verið í gongd í trimum hallum í dag - Stenvad Hallen, Farum Arena og Værløse Hallerne. Flestu føroysku leikararnir hava dystast í Værløse Hallerne - og her blivu dystir leiktir í tropulíknandi støðum við nógvum hita og slavnari luft. Nógvir tættir dystir blivu spældir og ofta kláraðu okkara leikarir at draga longra stráið. Landsliðsvenjarin, Aritra Nandy, var serliga væl nøgdur við tann stuðul, sum leikararnir góvu hvørjum øðrum.

Hesi hava spælt seg víðari í morgin;

U13
Adhya Nandy og Miriam í Grótinum skulu spæla um gullið í tvímansleiki hjá kvinnum. Tær báðar spældu eisini blandaðan tvímansleik í dag, men ongin teirra tryggjaði sær eitt pláss í finaluni.

U15
Jónas Djurhuus skal spæla í einari av hálvfinalunum í einmansleiki hjá monnum, og í einmansleiki hjá kvinnum spælir Sissal Thomsen í einari hálvfinalu og í hinari hálvfinaluni hittast Jensa Tórolvsdóttir og Lena Maria Joensen. Í tvímansleiki hjá monnum hava Jónas Djurhuus/Árant Á Myrini og Ari Nandi/Ari M. Jacobsen spælt seg í hvør sína hálvfinalu. At enda í blandaðum tvímansleiki skulu Sissal Thomsen og Jónas Djurhuus spæla hálvfinalu í móti Monu Rasmusdóttir og Rúna ??ster.

U17/19
Í tvímansleiki hjá monnum hava Rani í Bø og Magnus Dal-Christiansen spælt seg í hálvfinaluna og í tvímansleiki hjá kvinnum hava Gunnva Jacobsen og Sólfrið Hjørleifsdóttir somuleiðis spælt seg í hálvfinaluna. Í blandaðum tvímansleiki skulu Sólfrið Hjørleifsdóttir/Dann Fróðason spæla í einari av hálvfinalunum og í hinari skulu Gunnva Jacobsen/Magnus Dal-Christiansen spæla.

Tað verður føroyskt og spennandi í morgin, tá ið teir avgerandi dystirnar skulu spælast.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder