Eyðfinn Magnussen, sum skipar fyri at fáa allar tær veiddu harurnar skrásettar, skrivar sodan í tíðindaskrivi í kvøld.
Vit eru nú komnir upp á 3.050 harur, sum eru skotnar á 237 túrum. Hetta eru 1.321 harur færri enn somu tíð í fjør. Tá var samlaða talið komið upp á 4.371 harur, sum vóru skotnar á.398 túrum.
Tær 3.050 harurnar, sum eru komnar higartil, eru tær, sum eru skrásettar. Men øll tølini eru neyvan komin inn enn, tí summir harumenn bíða við at senda tølini inn, til veiðitíðin er liðug. Vónandi verða øll tølini send inn tá.
Myndin vísir talið av harum ( ??????), sum eru skotnar hvønn dagin í veiðutíðini,
3. november til 22. november, og hvussu nógvir túrar eru gjørdir teir einstøku
dagarnar (- - - - - ). ??rslitið fyri 2014 (reyðu linjurnar) er samanborið við 2013
(bláu linjurnar).
SEINASTA VIKAN
Hesa seinastu vikuna hava líkindini veri hampilig. Hósdagin og fríggjadagin vórðu skotnar tilsamans 298 harur á 34 túrum. Tilsamans havi eg skrásett 400 harur av verða skotnar á 52 túrum hesa vikuna.
SAMLAÐA HARÐUVEIÐNA 17. - 22. NOVEMBER 2014
Dagur |
Dato | Tal av harum | Tal av túrum |
Mánadagin | 17. nov. | 54 | 10 |
Týsdagin | 18 | 40 | 7 |
Mikudagin | 19 | 8 | 1 |
Hósdagin | 20 | 177 | 22 |
Fríggjadagin | 21 | 121 | 12 |
Leygardagin | 22 | 0 | 0 |
Samlað |
| 400 | 52 |
ÁTTA TEIR RASKASTU
í átta teimum raskastu hagapørtunum hava teir higartil skotið 508 harur á 13 túrum
Átta teimum raskastu hava higartil veri:
Hagapartur | Bygd | Samlað tal av harum | Tal av túrum |
Dalhagi, Eystaripartur | Vestmanna | 75 | 2 |
Svartáhagi, Fyri Niðan | Saksun | 70 | 2 |
Dalhagi, Heimaripartur | Vestmanna | 66 | 1 |
Skarðhamar | Hvannasund | 61 | 1 |
Uttanhús á Fjøllum | Miðvágur | 61 | 4 |
Ognarhagin | Kvívík | 60 | 1 |
Klappjakt (7 hagapartar) | Trongisvágur | 58 | 1 |
Norðurtriðingur, Norðari partur | Sørvágur | 57 | 1 |
Íalt |
| 508 | 13 |
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald