Ítróttur

So fara vit aftur á oyggjaleikir

...

2015-06-27 14:55 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Fyri sekstandu ferð eru oyggjaleikir á skránni, og føroyingar eru ??? enn sum áður ??? millum tey mongu ítróttafólkini úr 24 oyggjasamfeløgum, ið kappast í 14 ymsum ítróttagreinum. Hesaferð fara vit avstað við einum stórum hópi, ið telur 270 fólk.

Petur Elias Petersen
ÍSF-forseti

Líka síðani tað heila byrjaði á Isle of Man á sumri í 1985, altso fyri 30 árum síðani, hava Føroyar verið við, tá oyggjaleikir hava verið á skránni. Ta fyrstu ferðina vóru um 700 ítróttafólk úr 15 oyggjasamfeløgum við, men við árunum eru leikirnir støðugt blivnir størri og meira umfatandi.

Hesaferð eru yvir 3.000 ítróttafólk við úr 24 oyggjasamfeløgum, og verður kappast í tilsamans 14 ítróttagreinum, harav føroysku ítróttafólkini skulu kappast í bogaskjóting, frælsari ítrótt, badminton, kurvabólti, súkkling, fjallasúkkling, skjóting, borðtennis, tennis, golf, flogbólti, strandarflogbólti, triathlon og svimjing.

Merkisvert er hesaferð, at Føroyar fyri fyrstu ferð eru við í kurvabólti, og so kunnu vit eisini fegnast um, at føroysku svimjararnir enn einaferð fara at kappast um heiðursmerki, tí svimjingin var ikki við á Bermuda fyri tveimum árum síðani. Hinvegin er fimleikur, har tað eisini hevur roynst væl hjá okkum so mangan, ikki við hesaferð, eins og judo heldur ikki er tað.

Samlaða føroyska ferðalagið telur um 270 fólk, og ferðast vit til Jersey við tveimum flogførum, sum vit hava leiga frá atlantic Airways. Hópurin er av teimum størstu tey síðstu mongu árini, og tað er ógvuliga hugaligt, tí fyri fleiri av ítróttagreinunum eru oyggjaleikirnir størsta ítróttaliga avbjóðingin, tá vit tosa um at kappast uttan fyri landoddarnar. Og hugaligt er tað eisini, at oyggjaleikirnir hava hepnast okkum væl millum ár og dag, tá vit hugsa um vunnin heiðursmerki.

Eisini ger seg galdandi, at meðan onnur lond hava olympisku leikirnar síggja fram til fjórðahvørt ár, eru oyggjaleikirnir ein hin størsta avbjóðingin hjá okkum. Hetta er einasta breiða ítróttakapping, ið megnar at savna okkum sum eina tjóð, og sum vit øll standa saman um. Vit gleðast um góð úrslit á oyggjaleikunum, og hesir leikir hava í mongum førum verið avgerandi lopfjølin ??? bæði hjá dugnaligum einstaklingum og sum avgerandi royndin hjá heilum ítróttagreinum.

Í ár eru leikirnir á eini av bretsku kanaloyggjunum, Jersey, sum eisini var vertur í 1997, og her koma vit at kappast á eini oyggj, sum altíð hevur verið kend fyri eitt sera virkið ítróttalív. Somuleiðis hava Isle of Man, Guernsey, Áland og Isle of Wight hýst leikunum tvær ferðir, og næstu ferð verða leikirnir fyri aðru ferð í Gotlandi.

Føroyar hava ligið framvið meira enn eina ferð at hýsa leikunum aftur, men enn hevur tað ikki borið á mál hjá okkum. Okkara vón er sjálvandi, at vit fáa leikirnar, men áðrenn tað gerst veruleiki, eru ymisk viðurskifti, ið skulu fáast upp á pláss. Vit arbeiða miðvíst við at finna føroyskari ítrótt størri og betri avbjóðingar, og við í teimum royndunum eru sjálvandi einir komandi oyggjaleikir á føroyskari jørð.

Her og nú snýr tað seg tó fyrst og fremst um, at okkara ítróttafólk á Jersey fara at kýta seg fyri at vinna Føroyum heiðursmerki, tí eingin løta er størri, enn tá vit fagna okkara egnu ítróttafólkunum undir einum veittrandi Merki og við tjóðsanginum rungandi úr hátalarunum. Vit vóna, at vit fáa nógvar slíkar løtur á Jersey og fara undir øllum umstøðum at gera okkara besta!

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder