2015-05-29 03:02
Tórshavn: S6. juni byrjar heimsmeistaraskapurin í estetiskum fimleiki í høllini á Hálsi. Tvey føroysk kvinnulið og fýra unglingalið fara at kappast við lið úr 12 londum. 30 dómarar úr ymsu londunum døma og føroysku liðini miða eftir at koma í finaluna, sum verður sunnudagin 7. juni.
Føroyar fingu limaskap í altjóða sambandinum fyri estetiskan fimleik, IFAGG, í 2005, og nú 10 ár seinni kann okkara fimleikur fegnast um so stóra framgongd, at Fimleikasambandið nú hýsir sjálvari HM-kappingini.
Um 600 gestir koma hósdagin og fríggjadagin í næstu viku, 480 teirra eru fimleikarar. Tey vitjandi búgva øll í Havn á ymsum hotellum, gistingarhúsum og aðrastaðni. Dansifrøi verður karmur um máltíðirnar hjá fimleikarunum.
Nýtt búmerki er gjørt til kappingina sum ímyndar ein fimleikarar við Føroyum í bakgrundini. Búmerkið myndar eisini steypini. Atgongumerki til kappingina fáast á billetnet.dk frá í kvøld kl 20, leinki er til atgongumerkjasøluna á www.fimleikur.fo
Sum sagt vitja 480 fimleikarar úr 13 londum sum kappast í 44 liðum, 23 lið kappast fyri kvinnur og 21 lið fyri unglingar, seks lið eru úr Havnar Fimleikafelag, Ljósinum og Støkk. 24 altjóða dómarar og seks høvuðsdómarar døma - føroysku dómararnir eru Beinta Danielsen og Elna Johannesen.
Høllin á Hálsi tekur seg sera væl út. Sitipláss eru gjørd á trimum síðum til ikki færri enn 1130 fólk, høllin verður blað innan, sama lit sum nýggja búmerkið. Tað er Tòrshavnar kommuna, sum hevur staðið fyri at byggja nýggju áskoðaraplássini í høllini á Hálsi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald