Eftir tveir heldur misjavnar dystir móti Bulgaria og Turkalandi fingu føroysku U18-menninir uppreisn í dystinum móti Luksemburg í dag. Føroyska liðið vann 31-20, eftir 14-11 í hálvleikinum.
Við einari góðari 6-0 verju vóru lunnar lagdir undir sigurin. Liðið spældi við meira toli í dag og gav hettar úrslit móti ágandandi verjuni hjá Luksemburg. Liðið gjørdi væl færri villur og høvdu hægri skoringsprosent í mun til undanfarnu dystirnar, somuleiðis hevði liðið fleiri góð skjótálop.
Brandur Halgirson var eyðsýndur í bæði verju og álopið, meðan Uni Petersen stóð væl í málinum. Føroyska liðið hevði bert ein málverja til dystin, tí Hørður Trygvason hevði ein skaða at dragast við.
Dagsins leikari hjá Føroyum var valdur, málverjin, Uni Petersen
Finnland vann seinna dystin í bólkinum í dag móti Bulgaria, úrslitið var 26-25. Við hesum er alt opið enn í bólkinum. Føroyar møta Finnlandi fríggjadagin, meðan øll liðini hava frí í morgin.
Málskjúttar:
Brandur Halgirson 8, Bartal Klein Olsen 5 (1), Jóni Guttesen Viderø 4, Høgni Paulason Zachariasen 4, ??lavur av Fløtum Mittún 3, Niklas Højgaard Hanusarson 3, Jónsvein Dulavík Joensen 3, Jóhan Petur Hentze 1
Málverji:
Uni Petersen 41%
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald