JN

Sniglakríggj í Umhvørvisvikuni

...

2015-05-07 13:01 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Sniglakríggj í Umhvørvisvikuni

Hósdagurin 7. mai er valdur sum dagurin, har farið verður í hernað móti morsnigilinum. Urtagarðseigarar stríðast javnan við morsnigilin, men ofta er tað so, at tá ein urtagarður er ruddaður fyri morsniglar, er garðurin skjótt aftur fullur av teimum, tí grannin hevur ikki ruddað hjá sær.

Tí er 7. mai valdur til eitt felags átak, har heitt verður á allar urtagarðseigarar um at fara út at rudda morsniglar, eins og vit kenna tað frá til dømis lúsakríggi.

Fleiri hættir eru at basa hesum herviliga skaðadjórinum, sum ger seg inn á urtagarðar og tømir teir fyri alt grønt. Til ber at gera fellur við øli ella súreplum, og ein annar háttur er at spenna eitt tog, sum hevur ligið í eini blanding av vatni og ammoniakki, rundan um urtagarðin.

Í Umhvørvisvikuni fæst á Býarbókasavninum eitt leysark við góðum heimaráðum um, hvussu tú kanst basa morsnigilinum.

Morsnigilin verður 5-15 cm langur og er skínandi og javnt morreyður, men hann kann vera ymiskur á liti, frá morreyðum til ljósagult, og teir ungu morsniglarnir eru meira gjøgnumskygdir á liti.

Morsnigilinum er lutfalsliga nýggjur í Føroyum. Í 1960-árunum fór hann at breiða seg úr Portugal, Spania og Suðurfraklandi, og longu í 1975 varð hann funnin fyrstu ferð í Skåne í Svøríki. Í 1988 var hann komin til suðurnoregs, og í Danmark sást morsnigilin fyrstu ferð í 1991. Føroya Náttúrugripasavn fekk fyrstu fráboðanina um morsnigil í 1996, og síðani tá hevur hann spjatt seg nógv runt í Føroyum.

Umhvørvisvikan hjá Tórshavnar Kommunu er í døgunum frá 2. til 9. mai 2015.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder