JN

Sniálvur Røvilsberg bjóðar Jan Højgaard av

...

2015-12-28 23:55 Author image
placeholder

 Sniálvur Røvilsberg, sum bjóðar Jan Højgaard av sum formaður í Fiskimannafelagnum, sigur, at hann fyrst og fremst fer at arbeiða við at fáa minstulønina upp, eitt hóskandi tal hevði verið 1.300,- krónur um dagin sigur Sniálvur Røvilsberg.

Fiskimannafelagið skal gerast sjónligari, fiskimenn skulu somuleiðis fáa meira kunning, um hvat fyriferst í felagnum.

Tryggingarviðurskiftini treingja eisini til eina orduliga dagføring, tað fer Sniálvur at arbeiða fyri, um hann vinnur formansvalið.

Annars sigur Sniálvur, at hann altíð hevur havt stóran ans fyri umstøðunum hjá fiskimonnum - tær skulu betrast munandi sigur Sniálvur.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder