Vinna

Snarfrost er byrjað at taka ímóti útróðrarfiski

...

2019-06-22 19:30 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Flakavirkið í Miðvági - SNARFROST - er byrjað at taka ímóti útróðrarfiski, fyrstu bátarnir avreiddu til Snarfrost hósdagin.

Tá ið SNARFROST varð keypt, var ein av ætlanum, at fáa gongd aftur á vanligt fiskaarbeiðið, higartil hava teir  bara arbeitt makrel og svartkjaft, men nú er klárt eisini at arbeiða onnur fiskasløg.

Tað fer at lætta munandi um hjá útróðrarmonnunum í Vágum, at teir nú kunnu avreiða beinleiðis til SNARFROST, tað hava teir glett seg leingi til.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder