Vinna

SMYRIL-LINE er ÁRSINS VIRKI 2017

...

2017-09-15 16:00 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 SMYRIL-LINE er ÁRSINS VIRKI 2017.

Tað gjørdist greitt á vinnudegnum fyri løtu síðan.

Myndir: Dánjal Thomsen.

Grundgeving Ársins 

Virki 2017Nú á døgum er tað týdningarmikið at flyta seg, verður sagt. Man má vera flytførur! Og tað eru vit so. Vitflyta okkum eftir størvum og útbúgvingartilboðum, bæði í Føroyum og uttanlands. Og tá vit so hava feriu,vilja vit helst brúka frítíðina á eksotiskum støðum. Hjá útlendingum kann tað verða í Føroyum, meðan taðhjá føroyingum eisini kann vera longri burturi. Vit flyta okkum saman við familjuni til tey feriustøð, sumtykjast mest spennandi. 

Á sama hátt er flutningur ein týðandi lívlína hjá føroyska vinnulívinum. Vit hava stórar útflutningsfyritøkur,sum selja sínar vørur til fjarskotin lond, og sum tí mugu flyta vørurnar langa leið. Men so at siga allarføroyskar fyritøkur hava eisini tørv á at innflyta ymiskt til sítt virksemi. Gongur tú í dag ein keitúr, eru taðikki bara konteynarar, øl og brennivín, og timbur, sum skipast inn, men eisini fullfermdir trailarar, stórarmaskinur, tilfar og amboð. Og tað er ikki bara millum kl. 3 og 5, men allar tíðir á døgninum, allar dagar ívikuni.

Fyri at fáa hetta samfelagið at hanga saman, og fyri at geva fólki og fyritøkum tað, tey vilja hava, er neyðugtvið flutningstænastum av góðari góðsku. Og er tað eitt øki, har Føroyar veruliga hava ment seg seinastuøldina, er tað júst her. 

Tað er menningin í flutningstænastum, sum hevur gjørt tað møguligt hjá einari alifyritøku at selja ein laks áeinum fiskamarknaði í New York 72 tímar eftir, at hann er tikin úr aliringinum. Somuleiðis er tað menninginav flutningstænastunum, sum hevur gjørt tað so nógv høgligari at fáa tann rætta eykalutin til maskinuna,ella hjá handilsvinnuni at fáa júst tann rætta fidgetspinnaran, sum børnini ynskja sær

Tá so nógv er at flyta av bæði fólki og farmi, gevur tað eisini møguleikar fyri einum vinnuvegi hjá teimum,sum hava skil fyri logistikki. At gera seg galdandi á einum flutningsmarknaði við harðari kapping er tó lættarisagt enn gjørt. Tað krevur, at tú altíð ert líka langt frammi í skónum, sum kappingarneytarnir eru. 

Ársins Virki 2017 hevur fyrr roynt, hvussu torført tað kann vera at fáa raksturin at hanga saman, men hevur,við at tillaga og trimma virksemið, megnað at skapa eina sunna, væl rikna fyritøku. Felagið hevur mentsøluna og marknaðarføringina hjá felagnum, og hevur bjóðað nýggjar tænastur fram, sum bæði hava øktum søluna og nøgdsemið hjá kundunum. Inntøkurnar hjá felagnum koma í dag í stóran mun frá kundumuttan fyri Føroyar, og eitt nú kann nevnast, at 80% av ferðafólkasøluni liggur uttan fyri Føroyar. Felagiðhevur við hesum stóran týdning fyri føroysku ferðavinnuna.

Ársins Virki 2017 er ein týðandi føroyskur arbeiðsgevari, og tað munnu vera mong ung fólk, sum byrjaðu síttarbeiðslív við at arbeiða eina summarferiu ella báðar tvær umborð á flaggskipinum hjá hesumflutningsfelagnum. Starvsfólkatalið er eftir fáum árum økt munandi, og í dag arbeiða eini 300 fólk ífelagnum. Tað er møguligt, at frítíðin hjá teimum ferðandi byrjar umborð, men hjá starvsfólkunum, sumhvønn dag skulu tryggja, at kundarnir eru nøgdir, og at vøran kemur fram til tíðina, er talan um hart arbeiði. 

Ársins Virki hevur torað at gjørt stórar íløgur í nýggj tól á einum marknaði, sum frammanundan er merkturav harðari kapping. Serliga eru íløgur gjørdar í trý farmaskip, so skipatalið er økt úr tí eina skipinum upp ífýra skip. Virksemið av farmaflutningi er nógv ment við nýggjum flutningsleiðum og tænastum, sum havabetrað munandi um flutningsmøguleikarnar og reglusemið til og úr Føroyum og Íslandi. Eisini er felagið fariðí holt við hotellvirksemi, og hevur sum eina byrjan yvirtikið raksturin av frítíðardeplinum í Skálavík.

 Felagið hevur megnað at økt um virksemið og um søluna á einum marknaði við harðari kapping, uttan attað hevur ávirkað avkastið í felagnum negativt. Avkastið hevur sum heild verið hækkandi seinnu árini.Við støði í menningini av felagnum og í góðu úrslitunum hjá felagnum, er dómsnevndin ??? sum tit ivaleystlongu hava gitt ??? samd um, at Ársins Virki 2017 er Smyril Line. Vit vilja tí fegin bjóða stjóranum í Smyril Line,Rúna V. Poulsen, oman at taka ímóti heiðrinum

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder