2017-05-14 08:19
Tað hevur gingið skjótt hjá Smyrli til Føroyar, Smyril loysti frá Lindø-skipasmiðjuni fríggjakvøldið. Smyril verður á Krambatanga kl. gott 10 í morgun.
Tað verður beinanvegin farið at rigga til, tá ið komið verður á Krambatanga, soleiðis at Smyril kann fara í rutusígling. Nógv skal vaskast og fáa eina góða hond.
Sambært ætlanini hjá SSL, so fer Smyril í sigling - millum Tvøroyri og Tórshavn - mánamorgunin, men um tað verður framskundað, tað vita vit ikki í løtuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald