Smyril Line hevur keypt systurskipini Cometa og Tananger. Tey bæði farmaskipini eru skrásett í FAS og eita nú Eystnes og Hvítanes.
Skipini eru 102 metrar long, 4.600 brt og hava 3.900 hp Man maskinur. Manningin verður føroysk og við skipunum verða eini 32 mans.
Síðan Smyril Line yvirtók Smyril Line Cargo fyrr í ár, hevur felagið arbeitt við at víðka og økja um farmavirksemið. Til tíðir hevur ikki verið nøktandi farmakapacitetur umborð á Norrønu og millum annað orsaka av hesum, hevur Smyril Line keypt tey bæði nýggju farmaskipini.
Smyril Line yvirtekur skipini í næstum og væntandi verða tey at síggja í vanligari sigling um hálvan oktober. Eystnes siglir tó longu ein túr seinni í vikuni, tá ið teir hjálpa Norrønu at flyta farm.
Keypið av Eystnesi og Hvítanesi, er enn ein liður í at víðka og menna um virksemi hjá Smyril Line. Samlaða starvsfólkatalið í Smyril Line verður við nýggju íløguni umleið 300 fólk. Tey starvast á skrivstovunum hjá Smyril Line í Føroyum, Íslandi, Danmark og Týsklandi, við Norrønu, Eystnesi og Hvítanesi og á Hotel Skálavík.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald