??rslitið hjá Smyril Line í 2016
??rslitið fyri 2016 vísti eitt yvirskot á 57 mió.kr., sum er nakað betri enn mett varð frammanundan. Nevnd og stjórn eru nøgd við úrslitið.
Høvuðsorsøkin til úrslitið, er støðugur vøkstur í sølu og aktiviteti felagsins umframt ein framhaldandi skynsamur rakstur.
Samlaða sølan í 2016 var 601 mió., samanborið við 514 mió. í 2015. Við ársenda í 2016, hevði Smyril Line 87 mió. í gjaldføri og ein eginkapital á 256 mió. Fíggjarstøðu javnvigar á 650 mió. og langfreistaða skuldin er farin úr 308 mió. í 2015, niður í 266 mió. í 2016.
Seinastu árini hevur nógv fokus verið á at betra um umstøður og tænastuna umborð á Norrønu. Ferðafólk hava tikið væl ímóti broytingunum og betraðu tilboðunum, tískil kunnu vit aftur í ár staðfesta eitt økt tal av ferðandi umborð á Norrønu.
Eins og árini frammanundan, hevði Smyril Line í 2016, framgongd á útlendsku ferðafólka marknaðunum og hendan gongdin tykist at halda fram í 2017. Framgongdin í søluni hevur viðført, at umleið 80% av ferðafólkasøluni nú liggur uttanfyri Føroyar. Hesin trendur er ein fortreyt fyri øktum vøkstri og virksemið á ferðafólkasøluni.
Á heysti 2015, økti Smyril Line um flotan og keypti farmaskipini Eystnes og Hvítanes. 2016 var sostatt fyrsta árið, har Smyril Line kundi bjóða seg fram at flyta pelagiskan fisk bæði úr Føroyum og Íslandi, samstundis sum Smyril Line fekk eina vikuliga komu- og fráferð afturat til og úr Føroyum. Hóast kappingin á hesum farma marknaðum er stór, eru vit nøgd við byrjanina og fegnast um at inn- og útflytarar í Føroyum og Íslandi hava stuðlað rutuni.
Fyri at fáa eitt meiri fullfíggjað rutunet, og harvið nøkta eftirspurningin hjá farmakundum, keypti Smyril Line fyrr í ár, farmaskipið Mykines. Mykines røkir rutuna millum Thorlakshøfn, Rotterdam og Tórshavn. ??tlanin við íløguni í Mykines og nýggju rutuni, er eisini at økja um okkara farmavirksemið uttanfyri Føroyar, soleiðis at vit í framtíðini verða minni tengd at einum einstakum marknaði.
Norrøna, Eystnes, Hvítanes og Mykines eru øll skrásett í føroysku altjóða skipaskránni og mannað við føroyingum. Tilsamans starvast nú áleið 300 fólk á Smyril Line, har av nógv tann stórsti parturin eru føroyingar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald