JN

Smyril broytir ferðaætlan

...

2015-05-25 15:10 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

FSF: Í samband við dystin millum Føroyar og Grikkaland leygardagin 13. juni, hevur Strandfaraskip Landssins avgjørt at broyta ferðaætlanina hjá Smyrli. Fráferðin av Havnini kl. 21:00 er flutt til kl. 22:00.

Heimasíðan hjá Strandfaraskipum Landssins, www.ssl.fo, boðar nú frá, at í samband við landsdystin á Tórsvølli millum Føroyar og Grikkaland leygardagin 13. juni, klokkan 19:45, verður ferðaætlanin hjá Smyrli broytt.


Fráferðin hjá Smyrli av Havnini klokkan 21:00 verður flutt til klokkan 22:00.

Atgongumerki til dystin, ið einans kosta 100 krónur, og kunnu keypast á heimasíðuni hjá Fótbóltssambandi Føroya.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder