Politikkur

Smidligari kæruviðgerðir ??? Kærustovnurin umskipaður

...

2021-11-26 07:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Eitt samt løgting gjørdi av at umskipa Kærustovnin. Talan verður um eina smidligari og serføroyska skipan.

Farið verður frá at øll mál skulu leggjast fyri nevndir. Í staðin verður Kærustovnurin sjálvstøðugur stovnur, sum sjálvur viðger og tekur avgerðir um kærur, tó við møguleika fyri at knýta persónar við serkunnleika at kærumálum, har tørvur er á tí.

Í dag virkar Kærustovnurin sum fyrisiting og skrivstova hjá tólv kærunevndum. Eitt politiskt ynski er um, at kæruviðgerðir verða smidligari og effektivari, tó uttan at hetta gongur út yvir viðgerðina.

???Skipanin verður einfaldari og liðiligari enn skipanin í dag við tólv ymiskum nevndum. Hon kann skjótari lagast til nýggjan tørv og nýggj málsøki kunnu lættari leggjast til Kærustovnin. Tað týdningarmesta er, at dygdin á viðgerðini verður minst líka góð, sum hon er í dag,??? sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.

Føroya Kærustovnur varð settur á stovn í 1998 og er í løtuni skrivstova hjá tólv ymiskum nevndum, sum í nógvar mátar eru sera ymiskar.

Nevndirnar verða avtiknar

Nýggja skipanin fer at hava við sær, at kærunevndirnar vera avtiknar næstu tvey árini. Hetta merkir, at kærumál ikki longur fara at noyðast at bíða eftir nevndarfundi fyri at verða avgreidd. Heimildir, sum nevndir í dag hava, verða fluttar til Kærustovnin.

Kollegiala skipanin verður tó varðveitt, soleiðis at tað altíð eru minst trý fólk við undir málsviðgerini hjá Kærustovninum. Kollegiala skipanin byggir á eina meginreglu um, at fleiri heilar hugsa betur enn ein, og at sjónarmið verða mýkt til og betrað í kjaki millum fleiri.

Meginreglan er, at tríggir løgfrøðingar vera við í hvørjari avgerð. Við hesum ber til at tryggja góðskuna í avgerðunum, samstundis sum byrgt verður fyri, at onkur situr púra einsamallur við einum fakøki. Eisini fer at bera til at knýta persónar við øðrum viðkomandi serkunnleika at málum, tá ið tað verður mett at gagna viðgerðini.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder