2015-10-14 18:19
Smiðjan á bryggjuni í Sørvági varð tikin niður í gjár. Har sum smiðjan stóð, er tilkoyringin til nýggju kajuna, har m.a. Hiddenfjord hevur nógv virksemið, har var nakað trongt, tí mátti smiðjan burtur.
Tað var upprunaliga Dánial Tavsen, sum bygdi smiðjuna, seinni yvirtór sonurin Sigurð Jan Tavsen virksemið í smiðjuni, hann seldi hana seinni til Westmek, sum fyri tveimum árum síðan seldi hana til Jaspur Joensen, Sørvágs kommuna keypti fyrr í ár smiðjuna frá Jaspuri til at taka niður.
Myndirnar eigur Hendrik Olsen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald