JN

Smáur svartkjaftur í føroyskum sjógvi

...

2015-04-02 17:28 Author image
placeholder

 Tummas T., sum hevur roynt eftir svartkjafti í føroyskum sjógvi, kom á Fuglafjørð í morgun við 400 tonsum, sum verður landað til Havsbrún.

Svartkjafturin er so smáður, at meginparturin fer gjøgnum meskarnar, tí er Tummas T. fyribils givin at fiska og kemur helst alt liggja í nakrar dagar. Í dag eru 14 russiskir svartkjaftatrolarar í føroyskum sjógvi, teir royna sunnan og vestanfyri, hvussu er hjá teimum vita vit ikki - men helst er tað eisini smátt, sum teir fáa.

Svartkjaftaskipini - Norðborg, Næraberg, Christian í Grótinum og Fagraberg royna vestur úr Hebridinum, einar 100 fj. sunnanfyri føroyska markið, har er støddin betri á svartkjaftinum. 

Jupiter, sum hevur landað í Norra, verður á leiðini vestur úr Hebridinum í kvøld.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder