Politikkur

Smábátahavnir í Álakeri og Kaldbaksbotni

...

2018-11-29 22:34 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Býráðið hevur í kvøld tikið enn eitt tak fyri bátaeigarar í høvuðsstaðnum. Vit hava samtykt at fara undir at byggja smábátahavn í Álakeri og bøta um bátahylin í Kaldbaksbotni


Bátahavnir verða um allan heim ofta virðismettar fyri tann serstaka dám hesi umhvørvi seta á býarmyndina. Soleiðis er eisini í okkara vakra høvuðsstaði.

Býráðið hevur í kvøld játtað 3,2 milliónir krónur til at fyrireika eina nýggja smábátahavn í Álakeri til 250 bátar og til at leggja eitt nýt grótkast í Kaldbaksbotni, so bátaeigarar har fáa betri umstøður at leggja sínar bátar í lívd av illveðri.

Tað eru seks á síðani, eg fyrstu ferð skjeyt upp at byggja eina smábátahavn og gera bátadrátt í Álakeri. Bátadrátturin er komin, og nú eiga vit at taka næsta stigið og byggja eina veruliga smábátahavn í Álakeri.

Í okkara høvuðsstaði mitt í Norðuratlantshavinum er umhvørvi ein náttúrugivin og sjálvsagdur partur av gerandisdegnum, og bátarnir niðri við havnaløgini seta sín serliga dám á okkara høvuðsstað. Bátaeigarar skulu hava bestu umstøður at røkja síni áhugamál og harvið eisini tað livandi umhvørvið, sum teir skapa rundan um seg.

Bogi Andreasen, form. í vinnunevndini
Fólkaflokkurin

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder