Politikkur

Sløkkiliðið í Vága kommunu hevur fingið nýggjan bil

...

2016-09-15 10:11 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Vága kommuna hevur útvega sløkkiliðinum í kommununi nýggjan bil.

Sløkkiliðið hevur ein sløkkibil, ein gamlan bil, sum m.a. verður brúktur til rustvogn, og hevur nú fingið ein nýggjan bil aftrat.

Í Sløkkiliðinum eru 14 mans. Uppgávur kunnu verða nógvar, millum annað tá ódnarveður er, og menn fara út at bjarga, er ofta brúk fyri fleiri bilum. Skal lík flytast, so er tað rustvognurin, sum verður brúktur, so ein bilur aftrat er kærkomin.

Kelda: Vága kommuna.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder