2015-10-23 00:29

Um 19-tíðina í kvøld var boð eftir sløkkiliðnum í Vága kommunu. Stórur eldur var í eini bingju, sum stóð í grótbrotinum norðanfyri Sandavág. Sløkkiliðið kom skjótt á staðið og fekk sløkt eldin - kl. 19.20 var eldurin sløktur.
Tað vóru børn, sum høvdu spælt við eld í bingjuni, so um illa vildi til, so kundi stórur fólkaskaði staðist av hendingini. Tað vóru børnini, sum boðaðu frá eldinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald