Vinna

Sláið kalt vatn í blóðið og hálið í neyðbremsuna

...

2015-12-17 18:05 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Vinnuhúsið: Tíðin er komin hjá samgonguleiðarunum at taka eina ópopulera, men neyðuga avgerð: at útseta skattalættan og allar hinar ófyrireikaðu broytingarnar, sum koma í kjalarvørrinum á skattalættanum.

Politiska støðan er í løtuni merkt av ruðuleika. Samgongulimir spyrja seg sjálvar og onnur, um man yvirhøvur hevur nakra samgongu, og eingin tykist vita, hvat fer at henda. Tingfólk í bæði samgongu og andstøðu eru ikki álvulig við fleiri av teimum uppskotum, sum koma frá landsstýrinum, og orsøkin er í fleiri førum hin sama: Uppskotini eru ikki nóg væl fyrireikaði, og neyðuga grundarlagið undir uppskotunum er tí ikki til staðar.

Hesa støðu hevur samgongan ongum øðrum enn sær sjálvum fyri at takka. Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur, at tíðin er komin, at samgonguleiðararnir sláa kalt vatn í blóðið og steðga á við teimum ófyrireikaðu uppskotunum, sum eru løgd fyri Løgtingið, og sum tinglimir ikki vilja kennast við. Heldur eigur samgongan at fáa sett teir arbeiðsbólkar, sum ætlanin var at seta, so grundarlagið undir avgerðunum verður í lagi.

Í samgonguskjalinum, sum verandi samgonga gjørdi og undirskrivaðu nú í heyst, varð lagt upp til broytingar á nógvum økjum av vitalum týdningi fyri hetta samfelagið. ??r rúgvuni kann nevnast pensiónsnýskipan, skattalætta og -nýskipan, fiskivinnunýskipan v.m. Tá man politiskt ætlar gera slíkar stórar nýskipanir, er av alstórum týdningi, at man hugsar langsiktað og tekur sær ta neyðugu tíðina at fyrireika broytingarnar. Ger man ikki tað, endar alt í ruðuleika.

Tað var eisini lagt upp til, at broytingarnar skuldu vera væl grundaðar, og at arbeiðsbólkar skuldu arbeiða við at fyrireika broytingarnar. Tað sum í staðin er hent, er at landsstýrið ikki hevur megnað at manna ein tann einasta arbeiðsbólk enn, og at síggja til í panikki hevur skrumblað nakrar stórar broytingar avstað í Løgtingið beint áðrenn afturlatingartíð.

Alt ímeðan roynir vinnulívið at fáa skil á, hvørjar ætlanirnar hjá samgonguni eru. Og er tað nakað sum kann føra til iva millum tey, sum skulu seta nýggj starvsfólk og taka avgerðir um at fremja stórar íløgur, so er tað politiskur ruðuleiki. Tá kann tað skjótt henda, at fólk velja at bíða við slíkum avgerðum til ivin um framtíðina hevur lagt seg. Hetta kann gerast ein ólukka fyri framgongdina í Føroyum og viðføra eina politiskt skapta stagnatión í búskapinum, so hvørt sum tær longu samtyktu íløgurnar fjara út.

At síggja til byrjar allur rumbulin við, at samgongan heldur enn at seta ein bólk at fyrireika eina skattanýskipan, í staðin fer út alment og lovar eina skattalækking uppá 150 mill kr fyri lág- og miðalinntøkur frá 1. Januar 2016. Fyri at fíggja skattalættan verður farið til høgru og vinstru við øktum og nýggjum avgjøldum á serliga útflutningsvinnurnar. Tiltøk, sum í veruleikanum yvirhála tað arbeiðið, sum átti at verið fyrireikað í teimum ymisku arbeiðsbólkunum. Í nøkrum førum er meira talan um symbolpolitikk, sum tá man ætlar at selja nøkur prosent av kvotunum á uppboðssølu sum ein roynd, uttan at nakar er greiður yvir, hvat endamálið er við hesari royndini.

Tíðin er tí komin hjá samgonguleiðarunum at taka eina avgerð, sum kanska verður ópopuler, men tó er neyðug: at útseta skattalættan og allar hinar ófyrireikaðu broytingarnar, sum koma í kjalarvørrinum á skattalættanum. Tað kann vera at samgonguleiðararnir føla, at teir missa andlit av hesum, men Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur hinvegin, at hetta hevði verið ein skilagóð avgerð sum hevði tryggjað framhaldandi samfelagsframburð. Onkuntíð krevur tað meira dirvi at ganga hóvliga enn at renna avstað. Tað er í lagi at føra politikk, tað er ein partur av demokratiska grundarlagnum vit hvíla á. Men politikkurin má vera væl grundaður og skapa góðar og langsiktaðar karmar fyri vinnuna, og Føroya Arbeiðsgevarafelag er altíð til reiðar at luttaka í hesum.

Føroya Arbeiðsgevarafelag

Bergur Poulsen, formaður

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder