Mentan

Slættanesstevna verður um vikuskiftið

...

2014-06-20 22:51 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Slættanesstevna leygardagin 21. juni 2014 kl. 15

Kl. 15.00: Forkvinnan í Slættanesfelagnum bjóðar vælkomin

Kl. 15.15: Dánjal Thomsen, kommunustýrislimur í Vága kommunu setur stevnuna

Kl. 15.30: Matur

Kl. 16.00: Jørmund Skoradal hugleiðir um barnaárini á Slættanesi

Kl. 16.30: Eyðgerð Abrahamsen hugleiðir um tíðina, tá ið hon búði á Slættanesi

Kl. 17.30: Gongutúrur í bygdini og á nesinum. Jóanis Nielsen er frásøgumaður og ferðaleiðari á túrinum

Kl. 19.00: Alma Dalsgarð, ið hevur gingið í skúla á Slættanesi, vísir skúlan og kirkjuna fram

Kl. 20 til 22: Sangur og bál


Sunnudagur 22. juni kl. 14

Kirkjugudstænasta í skúlanum. Uni Næs prædikar

Bátur siglir av Oyrargjógv fríggjadagin 20. juni kl. 19, og leygardagin 21. juni frá kl. 13.30 til 15.

Bátur siglir av Slættanesi leygardagin 21. juni kl. 19.30, 21 og 22 og sunnudagin 22. juni kl. 17.

Kostnaður fyri sigling er 125 kr. hvønn vegin (matur er íroknaður). Børn gjalda 50 kr. Minnist til at hava reiðan pening.

Gongutúrur av Oyrargjógv til Slættanesar, við Jóhan og Allani Nielsen sum ferðaleiðara, verður leygardagin 21. juni kl. 11. Kostnaður kr. 100 (matur er íroknaður). Minnist til at hava reiðan pening.

Sí myndir niðanfyri frá Slættanesstevnuni í 2011.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder