2017-05-21 15:46

Linda Christoffersen í Sandavági hevði í dag boðið nøkrum slættanesfólkum t.v.s. slættanesfólkum, sum eru barnvaksin á Slættanesi, til ein betri bita.
Vit vóru í Heygagerði við myndatólinum, slættanesfólkini hugnaðu sær óført, tey søgdu frá hvussu var í gomlum døgum, stuttligt var at líða á.
Hans Eli Hansen sum er føddur í 1925 var elst av teimum sum vóru samankomin.
Heindrikur Thomassen var fyrsti niðursetumaður á Slættanesi, hann flutti á Slættanes í 1835.
Í 1940 búðu 75 fólk á Slættanesi, men eftir kríggið fór fólkatalið at minka, seinastu fólkini fluttu av Slættanesi í 1964.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald