Nýggi alibáturin hjá HIDDENFJORD - SL??TTANES - kom á Miðvág í kvøld.
Báturin er bygdur hjá KJ-Hydraulik í Fuglafirði.
Vit tóku myndirnar í Fuglafirði leygardagin, tá ið arbeiðsfólk hjá KJ-Hydraulik løgdu seinastu hond á verkið.
Tíðindaskriv frá KJ-Hydraulik:
KJ handar tvíkiljuna
Slættanes til Luna
Kl 14 í dag bleiv tvíkiljan Slættanes handað alifelagnum
Luna.
Slættanes er 13m long og 6m breið. Tvíkiljan hevur 2
framdriftsmotorar uppá hvør 425 Hk, og ein 70 KVA generator. Av deksútgerð kann
nevnast ein radiostýrdur Palfinger 23 tons krani, ein hydrauliskur kapstanur
uppá 6 tons og tveir uppá eitt tons.
Tvíkiljan er útgjørd við messu, WC, arbeiðs-/klædnarúmi og
allari vanligar nautiskari útgerð.
Hettar er nýbygningur nr. 45 sum KJ hevur smíðja og nr 7 til
Luna. Nýbygningarnir nr. 46, 47 og 48 eru kontraktaðir og farnir í framleiðslu.
Nr 46, sum eisini er til Luna, verður handaður teimum í apríl mánaði. Síðani er
ein til Bakkafrost og ein til Íslands.
Tvíkiljan Slættanes er gjørd í tøttum samstarvi við Luna,
har serligur dentur er lagdur á gott arbeiðsumhvørvi. Hon skal vera góð og
trygg at arbeiða við í øllum líkindum og nógv er gjørt fyri at fáa
ljóðviðurskiftini so góð sum til ber.
Undirveitarar eru m.a.:
Kári Jóhannesen
Bátatænastan
PFJ EL
Contrive
Gummibátatænastan
Sámal í Jógvansstovu
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald