2015-04-16 01:22
Slættaberg, sum hevur roynt í ES-sjógvi tætt uppat føroyska markinum, fór í dag at sigla inn fullfermdur - uml. 1.400 tons.
JN.fo tosaði umborð fyri løtu síðan, teir søgdu frá, at heilt nógvur svartkjaftur var at síggja. Á djúpum vatni fingu teir stóran svartkjaft og á grynnri var smærri svartkjaftur at fáa.
Slættaberg gjørdi bara 3 tov hendan túrin.
Teir verða á Fuglafirði kl. 7. hósmorgunin, og byrja at landa beinanvegin teir koma á Fuglafjørð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald