Vinna

Slættaberg og Tumma T koma á Fuglafjørð við svartkjafti

...

2015-03-18 02:54 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Slættaberg og Tummas T sigla báðir heim fullfermdir av svartkjafti.

Teir hava roynt vestur úr Írlandi, báðir skulu landa til Havsbrún í Fuglafirði. 

Slættaberg kemur á Fuglafjørð í morgin, teir hava uml. 1.400 tons, hósmorgunin kemur Tummas T. á Fuglafjørð, Tummas T. hevur 1.650 tons.

Í dag hevur Tróndur í Gøtu landað til Havsbrún, Tróndur kom mánakvøldið á Fuglafjørð við 2.000 tonsum av svartkjafti, teir høvdu eisini roynt vestur úr Írlandi.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder