2015-10-24 01:49
Slættaberg kemur á Kollafjørð í kvøld við 750 tonsum av makreli, sum teir hava fiskað í ES-sjógvi sunnanfyri. Tað er góður makrelur teir koma við, støddin liggur um 380 gramm. Teir gjørdu bara tvey tov hendan túrin.
Slættaberg hevur havt ein buldrasligan túr heim, teir høvdu tvey døgn frá Hetlandi til Føroyar.
Tá ið liðugt er at landa, fer Slættaberg aftur í ES-sjógv at royna.
Tá ið Tróndur í Gøtu loysti av Tvøroyri í kvøld, var kósin sett í ein landsynning, teir fara tí helst eisini á makrelveiðu í ES-sjógvi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald