2015-10-06 21:50
Slættaberg kemur á Kollafjørð kl. 18 í kvøld við góðum 800 tonsum av makreli, sum er fiskaður í landnyðring úr Føroyum, teir skulu landa til Faroe Pelagic.
Slættaberg hevur hendan túrin tikið ímóti frá Vesturbúgvanum og Eysturbúgvanum, men tá ið Eysturbúgvin fekk trupulleikar partrolaði Vesturbúgvin saman við Slættaberg.
Makrelkvotan hjá Eysturbúgvanum og Vesturbúgvanum er nú uppfiskað, nær Eysturbúgvin verður klárur aftur til fiskiskap, eftir eldin í maskinrúminum sunnukvøldið, er ikki greitt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald