2015-10-12 15:00
Slættaberg kemur á Kollafjørð við 850 tonsum av makreli, sum verður landaður til Faroe Pelagic. Slættaberg fór at sigla inn av feltinum í gjárkvøldið, teir hava hendan túrin roynt á uml. 64N og 1V.
JN.fo tosaði umborð fyri løtu síðan, teir siga at fitt av makreli var at síggja, tá ið teir fóru at sigla, støddin er góð - um 430 gramm.
Slættaberg sleppir framat at landa beinanvegin teir hava lagt at.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald