2013-07-24 13:53
Slættaberg kom á Kollafjørð tíðliga í morgun við 700 tonsum, harav uml. 500 tons er sild og 200 tons makrelur, sum verður landað til Faroe Pelagic.
Teir byrjaðu at landa Slættaberg kl. 8 í morgun, av Faroe Pelagic verður sagt, at bæði makrelurin og sildin eru betri nú, enn fyri nøkrum døgum síðan t.v.s. feitari.
Slættaberg hevur roynt norðanfyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald