2016-08-04 08:06
Næraberg og Slættaberg, sum hava partrolað eftir makreli við Eystur-Grønland eru komnir og koma heim í dag.
Slættaberg kom á Klaksvík í nátt og Næraberg kemur á Kollafjørð beint eftir middag í dag.
Næraberg hevur tikið ímóti veiðuni, teir hava 2.800 tons av góðum makreli, sum verður landaður í Kollafirði.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald