2015-12-05 04:23
Slættaberg kom í Ánirnar fyri løtu síðan, teir hava 570 tons av svartkjafti, sum teir skulu landa í Fuglafirði í morgin, teir sleppa framat at landa kl. 15 í morgin. Í løtuni landar Tróndur í Gøtu til Havsbrún.
JN.fo tosaði umborð beint áðrenn Slættaberg kom í Ánirnar, teir søgdu, at tað var sjask veður nú teir silgdu inn, og av tí, at spátt verður um meira vind í morgin, so valdu teir at fara inn at landa.
Á feltinum í ein landnyðring úr Fugloynni eru í kvøld: Næraberg, Fagraberg, Christian í Grótinum og Jupiter, so eru eisini tveir russiskir trolarar har.
Norðberg er syðri, teir gera kanningar fyri Havstovuna - teir leita eftir sild.
Les eisini: Atlantsfarið hevur sett kós móti Føroyum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald