2016-01-04 16:58
Seinnapartin í gjár fekk ein maður umborð á Slættaberg ein álvarsligan skaða, Slættaberg, sum var staddur sunnalaga í føroyskum sjógvi, setti kós móti Føroyum, eisini var tyrlan boðsend. Tyrlan fór úr Vágum um 17-tíðina, men tá ið tyrlan kom til Slættaberg var veðrið so vánaligt at ikki bar til at fáa mannin upp í tyrluna, tyrlan kom tí aftur í Vágar nakað fyri kl. 20 í gjárkvøldið.
Slættaberg kom á Havnina um 2-tíðina í nátt við skadda manninum, maðurin doyði á Landssjúkrahúsinum, nakrar tímar eftir at hann var komin har.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald