2013-07-30 13:47
Slættaberg fór í nátt at sigla inn við 400 tonsum. Slættaberg landar í Kollafirði, teir verða á Kollafirði beint áðrenn middag.
Á feltinum beint norður úr Føroyum eru nógv skip, øll tey føroysku skipini - uttan tvey, sum eru stødd eystanfyri - liggjan norðanfyri, tey royna norður ímóti 63,4N.
Myndir: Frits Joensen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald