JN

Slættaberg kemur á Kollafjørð í kvøld við 450 tonsum

...

2015-09-13 18:06 Author image
placeholder

 Slættaberg fór at sigla inn í seint í gjárkvøldið við 450 tonsum av makreli, sum teir hava pumpað frá partrolarunum Polarhav og Stjørnuni.

Slættaberg verður á Kollafirði seint í kvøld, í løtuni landar Christian í Grótinum 600 tons í Kollafirði, teir verða liðnir, tá ið Slættaberg kemur á Kollafjørð í kvøld.

Polarhav og Stjørnan eru ikki komnir inn, teir eru norðuri á feltinum enn.

Nógv skip eru á makrelveiðu - mett verður, at tilsamans eru uml. 60 skip á feltinum norðanfyri, í altjóða sjógvi royna eini 20 russisk skip, í norskum sjógvi eru eini 30 norsk skip, nøkur íslendsk eru í altjóða sjógvi og so tey føroysku í føroyskum sjógvi og okkurt í altjóða sjógvi.

Fleiri føroysk skip eru ávegis norður á feltið: Næraberg loysti í gjárkvøldið, Topas og Sardis loystu eisini í gjár og trolbátarnir Fiskaklettur og Olga Maria koma á feltið í dag.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder