Vinna

Slættaberg farin nýggjan svartkjaftatúr

...

2014-12-12 19:54 Author image
placeholder

Slættaberg var liðugur at landa svartkjaftaveiðuna til Havsbrún í morgun, tað vág 1.330 tons. Teir fáa kr. 2,35 fyri kg.

Á middagi loysti Slættaberg, teir eru nú ávegis suður ímóti ES-markinum at fiska svartkjaft, har teir eisini royndu seinasta túr. Einasta føroyska skipið, sum er á leiðini í løtuni er Norðborg, men vit hava frætt, at Fagraberg, Christian í Grótinum og nýggi Næraberg eisini loysa í dag.

2 russisk skip eru á leiðini har Norðborg roynir - á uml. 60,2N og 5,5V - tey russisku skipini hava havt smáligan fiskiskap.

Les eisini: Næraberg fer á fyrsta túr í dag.

Les eisini: Nógv at gera á MEST í Havn.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder