Vinna

SL betrar um tænastustøðið í Fugloynni - myndir

...

2017-02-17 15:46 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Í dag var strandfaraskipið SAM á Kirkju við einum lastbili, sum skal røkja flutningin á Fugloynni. SL hevur ikki havt bil í oynni áður, men nú er so bilur komin í oynna, sum skal røkja flutningin í oynni og til og frá Rituni, sum siglir til Hattarvíkar og Kirkju.

Eisini er nýggjur maður settur í starv, tað er Jógvan Páll Poulsen, sum skal avloysaa Leivur Fuglø, sum í nógv ár hevur verið umboðsmaður fyri SL í Fugloynni.

Myndirnar eru frá Eyðun Gullaksen.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder