Skýmingarløtan - Vinalag í Norðurlondum
Í sambandi við Norðurlendsku
bókasavnsvikuna verður Skýmingarløta.
Evnið fyri 2015 er vinalag í Norðurlondum. Teksturin til ung er úr
stuttsøgusavninum Skriva í sandin. Í
savninum eru fleiri ymisk vinaløg, ið eru lýst úr ymiskum sjónarhornum. Tað er
sum um, at øll kenna øll í Føroyum, men eingin veit alt.
Marjun S. Kjelnæs lesur upp úr bókini Skriva í sandin mikudagin 11. november
kl. 19.30. Aftaná hevur Katrin Dahl Hanusson,
sum onkur kanska kennir frá Røddini, samrøðu við rithøvundan.
Skriva í sandin er eitt stuttsøgusavn við tíggju søgum, ið ganga fyri seg í
Tórshavn. Tíggju sera ymisk ungfólk greiða frá í hvør sínari stuttsøgu. Nøkur
av hesum ungu møtast, men tey uppliva hendingarnar á ymiskan hátt. Vit hitta
ung, ið standa framman fyri smáum og stórum avbjóðingum. Ein drongur er
forelskaður í vinmanninum, men torir ikki at siga honum tað. Ein annar roynir
at gera tað gott aftur eftir at hava skeldað sín besta vin. Ein genta berjist
við etingarólag. Felags fyri søgurnar er, at vinalag og gott samband við onnur
er umráðandi. Og at menniskju ikki altíð eru tað, sum tey tykjast í fyrstuni.
Marjun Syderbø Kjelnæs (f. 1974) er føroyskur rithøvundur.
Hon er útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur í Keypmannahavn, men býr nú í Føroyum og
skrivar fulla tíð. Stuttsøgusavnið til ung Skriva í sandin (2010) vann barnabókavirðislønina hjá
Nordisk skolebibliotekarforening í 2011 og var eisini í uppskoti til Barna- og
ungdómsbókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins í 2013. Hon hevur givið út bøkur
fyri børn, ung og vaksin og hevur skrivað yrkingar, stuttsøgur og ein sjónleik.
Tiltakið er ókeypis og øll eru
vælkomin.
Instagramkapping
Luttak í Instagramkappingini hjá Norðurlendsku bókasavnsvikuni.
Hvat merkir vinalag fyri teg? #NORDBIB15
1. Tak eina mynd av onkrum, ið lýsir, hvat vinalag merkir fyri teg. Tú kanst
eisini taka eina mynd av einum tiltaki á Norðurlendsku bókasavnsvikuni, sum tú
ert við til.
2. Legg myndina út 1 Instagram við #NORDBIB15
OBS! Minst ti at biðja um loyvi frá teimum, ið tú tekur mynd av.
Svenska Sara
Lundberg (f.
1971) hevur gjørt ársins listaverk. Hon er myndlistakvinna, teknari og
rithøvundur og hevur nomið sær útbúgving úr Stokkhólmi og Maryland í USA.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald