Føroyska kvinnulandsliðið fær fyrimunin av heimavøllinum, tá innleiðandi EM-undankappingin verður spæld í Føroyum í apríl mánaða.
- Vit fara at fyrireika okkum so væl sum tilber, og tað er sjálvsagt eitt mál, at vit skulu verða við í sjálvari EM-undankappingini sum byrjar í heyst, sigur Pætur Clementsen, landsliðsvenjari hjá kvinnum.
Føroyar verður ein av vertunum, tá innleiðandi umførini til EM-undankappingina fyri kvinnur verða á skránni í apríl mánaða. Talan verður uttan iva um eina sterka kapping, tí ikki færri enn 16 lond eru við í innleiðandi umfarinum. Men tað er av stórum týdningi, at vit megna at gagnnýta heimavøllin.
- Dagliga spæla okkara kvinnur á graslíki, og vit kenna umstøðurnar her, so vónandi kunnu vit gagnnýta fyrimunin av heimavøllinum og spæla okkum víðari í kappingini, sigur Pætur Clementsen.
Innleiðandi umførini verða skipaði sum mini-kappingar, har 16 tey lægst styrkismettu londini í UEFA luttaka.
Londini eru styrkismett í fýra bólkar, og føroysku kvinnurnar koma at møta eitt av londunum í hvørjum bólki. Tó ikki Albania og Georgia, sum eisini verða vertir, og Estlandi og Moldova, ið eru styrkismett í sama bólk sum Føroyar. Fjórða vertslandið verður eitt av londunum, sum enda í bólki D (4).
Londini eru styrkismett soleiðis
Styrkisbólkur 1
Turkaland
Ísrael
Grikkaland
Kasakstan
Styrkisbólkur 2
Estland
Moldova
Albania (vertir)
Føroyar (vertir)
Styrkisbólkur 3
Malta
Montenegro
Moldova
Georgia (vertir)
Styrkisbólkur 4
Lettland
Luksemborg
Andorra
Kosovo
Lutakastið verður hósdagin 19. januar. Innleiðandi kappingin í Føroyum verður spæld frá 6. til 11. apríl.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald