Munnligur fyrispurningur til Høgna Hoydal landsstýrismann í fiskivinnumálum
1.Er kostnaðurin kr. 500,00 fyri útskrivað av fiskiloyvum fyri bátar í bólki 5 bert galdandi í 4 mánaðir t.v.s. til 31. desember 2017.
2.Verður kravt at bátseigarinaftur søkja um fiskiloyvi eftir 1. januar 2018 og skal tá rindast loyvisgjaldið enn einaferð.
Viðmerkingar
Nógvir bátar í bólki 5 rinda kr. 500,00 fyri at fáa útskrivað eitt fiskiloyvi, hóast teir onga avreiðing hava í fiskiárinum.
Aðrir hava onkra hendinga avreiðing men felags er, at flestu bátaeigarar ynskja at hava eitt fiskiloyvi, tí við loyvinum hevur báturin eisini størri virði og fiskar tú meir enn til húsbrúk, so er møguleikin opin at avreiða til uppboðssøluna.
Sjálvsagt eru eisini bátaeigarar í bólki 5a og 5b sum gagnnýta møguleikan at fáa eina ársinntøku sum til ber at liva av, men hesir fækkast í stórum vegna vánaliga fiskiskapin, sum útróðrarbátarnir hava havt seinastu árini.
Av tí at onkur bátaeigari stendur spyrjandi, nú útskrivaða fiskiloyvi bert er galdandi til 31. desember, verður spurningurin reistur, um ætlanin eisini er at tvífaldað loyvis-gjaldið2017/2018.
Kári P. Højgaard,
løgtingsmaður
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald