Mentan

Skúlin á Giljanesi vitjan frá Saaremaa

...

2015-10-27 01:14 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Í dag fekk Skúlin á Giljanesi vitjan av 32 skúlanæmingun og 3 lærarum frá Saaremaa. Hópurin úr Saaremaa skal verða í Føroyum í eina viku.

Tey vitja 8. flokkarnar á Giljanesi, arbeitt verður við evninum "Fólkaflyting". Saaremaa hevur somu trupulleikar, sum eru í Føroyum - t.v.s. at fólk flyta frá teimum smærru plássunum til størri pláss.

Eisini verða útferðir gjørdar á túrinum m.a. verður vitjað í Kalsoy mikudagin eisini verður vitjað við Gjógv og í Havn.

8. flokkarnir á Skúlanum á Giljanesi skulu á vitjan í Saaremaa í mai 2016.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder