Tíðaravmarkað skrivstovustarv í umleið 1 ár í Skúlanum á Giljanesi fyri skrivara, sum fer í farloyvi.
Vága kommuna søkir eftir skrivstovufólki at byrja skjótast gjørligt, fyri skrivara, sum fer í farloyvi. Arbeiðið fevnir um vanligt skrivstovuarbeiði á skúlanum á Giljanesi í neyvum samstarvi við skúlans leiðslu.
Førleikakrøv
Vit vænta okkum, at umsøkjari:
??? hevur skrivstovuútbúgving e.l.
??? dugir at arbeiða sjálvstøðugt
??? er ábyrgdarfull/ur og røkin
??? hevur góð evni at samskifta og samstarva
??? dugir væl at málbera seg í skrift og talu á føroyskum og donskum
??? hevur grundleggjandi teldukunnleika
Lønar- og setanartreytir
Lønin er sambært sáttmála millum Starvsmannafelagið og KAF. Setanarbrotið er 0,5. Starvið verður lønt í lønarflokki 3.
Umsóknir
Umsóknir við avriti av prógvum og møguligum viðmælum skulu sendast til [email protected] ella Vága kommunu, Hammershaimbsvegi 1, 360 Sandavági (mrk. skrivstovustarv) og vera kommununi í hendi í seinasta lagi mánadagin 28. mars 2016 kl. 1200
Starvið verður sett frá 11. apríl 2016 ella eftir nærri avtalu.
Um tú ynskir fleiri upplýsingar um starvið, ber til at venda tær til Annbritt Toftegaard, skúlastjóra, á telefon 79 44 25 ella senda teldupost til [email protected].
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald