Hesi lærarastørv eru leys at seta í skúlanum á Giljanesi frá 1. august 2015 at rokna:
- Tvey føst fulltíðarstørv sum lærari
- Tvey tíðaravmarkað størv skúlaárið 2015-16 fyri lærarar í farloyvi
- Eitt tíðaravmarkað fult starv skúlaárið 2015-16 vegna lækkað tímatal og serligan tørv
- Eitt tíðaravmarkað starv skúlaárið 2015-16 vegna avlopstímar. Tímatalið verður endaliga ásett 1.september 2015
- Eitt tíðaravmarkað starv fyri lærara í farloyvi fram til 1.november 2015
Søkt verður eftir lærarum, sum:
- Undir ábyrgd leiðslunnar og í samstarvi við lærarar skúlans, skulu undirvísa og taka lut í dagliga arbeiði skúlans
- Duga at samstarva og eru fyrikomandi
- Eru fúsir at taka á seg tær uppgávur og avbjóðingar, ið eru á skúlanum
- Eru við til áhaldandi at menna skúlan
- Eru stundisligir og nærlagdir. Lyklaorðini hjá okkum eru stundvísi, háttvísi og øðrvísi
- Hava læraraútbúgving
Okkum tørvar lærarar, ið kunnu:
- Undirvísa í dreingjaítrótti, svimjing, tónleiki, alis- og evnafrøði, støddfrøði í framhaldsdeild og miðdeild, føroyskum, lívfrøði og smíð.
- Átaka sær flokslæraraleiklutin í innskúling og framhaldsdeild.
Lønar- og setanartreytir:
Størvini eru lønt í lønarflokkunum 18.1 ??? 27.4 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.
Hesi størv sum námsfrøðingur ella hjálparfólk eru leys at seta frá 1.august 2015 at rokna:
Fimm størv sum stuðlar á 20 tímar um vikuna skúlaárið 2015-16 til næmingar við serligum tørvi. Stuðlarnir fara at verða knýttir at næmingum í grunddeildini og miðdeildini. Ein av hesum stuðlum verður knýttur at gentu í miðdeild, ein til drong í miðdeild, ein til drong í grunddeild og ein til gentu í grunddeild. Tann síðsti stuðulin fer at taka sær av fleiri næmingum.
Skúlanum tørvar stuðlar, ið eru nærlagdir, samstarvshugaðir og síggja møguleikar.
Tey, ið sett verða í stuðulsstørvini, skulu hava námsfrøðiliga útbúgving. Um eingir námsfrøðingar søkja, verða størvini skipað sum hjálparfólkastørv.
Starvsøkið er Sernám og stovnar undir tí. Tann, ið settur verður, eigur at tola broytingar í starvinum í setanartíðarskeiðnum.
Lønar- og setanartreytir
Námsfrøðinga- ella hjálparfólkastørvini eru sáttmálasett størv sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag, Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og eru tíðaravmarkað til skúlaárið 2015/2016. Námsfrøðingarnir eru løntir í lønarflokki 11-19 og hjálparfólk í 3-8. Arbeiðstíðin er millum klokkan 08:00, og til næmingarnir fáa fríð eftir døgurða.
Umsóknir:
Umsóknir, við avriti av prógvum, CV og møguligum viðmælum, skulu sendast sum PDF-fíla til [email protected] í seinasta lagi týsdagin 2. juni kl. 12.00. Umsóknir kunnu eisini sendast við posti til:
Skúlin á Giljanesi
á Giljanesi 2
360 Sandavágur
Nærri fæst at vita um størvini hjá Finni Joen-Jacobsen á tlf. 794426, ella við at senda ein teldupost til [email protected]
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald