Politikkur

Skúlin á Fløtum tekur skap

...

2016-02-26 11:13 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Á býráðsfundi í kvøld hevur Tórshavnar býráð samtykt at gera ráðgevarasáttmála við Samtakið Eind Í/F um Skúlan á Fløtum.

Hetta er týðandi stig, tí nú fer projekteringin í gongd, og er hetta grundarlagið fyri útbjóðing av byggingini.

Sambært byggiætlanini verður fyrsta byggistig liðugt í 2018, tá ið miðdeildin flytur inn. Í 2019 flytur hádeildin inn, og ítróttarhøllin verður tikin í nýtslu. Í 2020 flytur grunddeildin og frítíðarskúli inn, og so er liðugt.

Samtykt er, at henda stóra íløga skal fremjast sum partalagsavtala, ið er ein útboðsháttur, ið kommunan hevur góðar royndir av, eisini tá um at halda byggitíð og kostnað ræður.

Longu í mars/apríl mánaði í ár verður farið undir avgrevstur, og í juni 2016 skal fyribils arbeiðstakarasáttmáli undirskrivast. So nú røkist av álvara fyri, at henda so týdningarmikla og átrokandi íløga tekur skap og fær flog.

Eindirnar í heildini vann

Á heysti 2015 bjóðaði Tórshavnar kommuna til hugskotskapping um nýggja Skúlan á Fløtum. Fýra ráðgevaratoymi vórðu undangóðkend at luttaka. Beint fyri jól lótu tey inn síni uppskot.

??ll fýra uppskotini vóru áhugaverd og spennandi. Fýra serstøk dømi um, hvussu mann kann loysa bæði inni- og útiøkini fyri ein framkomnan skúla. Og tann 4. januar í ár varð vinnarin kunngjørdur, og øll fýra uppskotini sýnd fram alment.

Niðurstøðan hjá dómsnevndini var, at uppskotið ???Eindarnar í heildini??? var besta svarið uppá byggiskránna, sum jú er fyrireikað í tøttum samstarvi við brúkarabólkar á skúlanum.

Í dómsúrskurðinum stendur millum annað: ???Hugskotið arbeiðir greitt við konseptinum um oyggjarnar, sum við hvør sínum samleika verða samanbundnar av sjónum...Við einari greiðari planloysn og einum longarskurði, sum á ein tignarligan hátt sjóðar saman ymiska virksemið í skúlanum og gevur bygninginum byggilistarligar kvalitetir í øllum pørtum av bygninginum.???

Ráðgevararnir handan hetta uppskot eru eitt samtak millum Árna Winther arkitektar, Zeta arkitektar, Brim arkitektar, LBF verkfrøðingar og SMJ verkfrøðingar. Hesir ráðgevar hava nú tikið seg saman í eitt samtak, sum verður rópt ???Samtakið Eind Í/F???.

Bíða í spenningi at sleppa í gongd

Vit fegnast um, at ráðgevarasáttmálin er komin undir land og samtyktur. Tað situr ein hópur av dugnaligum og spentum ráðgevum og bíða eftir at sleppa til verka. Og tað verður av sonnum neyðugt. Tí tað er umráðandi, at bæði tíðarætlan og kostnaðarætlan kemur at halda.

Og tað standa 850 næmingar og omanfyri 100 starvsfólk og bíða eftir at fáa nýggja skúlan.

Spennandi verður at fylgja gongdini. Fari at nýta høvi at takka foreldrum, starvsfólki og næmingum á Skúlanum á Fløtum fyri at tola tær avbjóðingar, sum standast av, at skúlin má húsast í fleiri støðum, meðan bygt verður.

Meira fæst at vita um skúlan og projektið á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunuwww.torshavn.fo.

Sum limur í bygginevndini eri eg sannførd um, at vit nú fara undir eina fantastiska og framskygda skúlabygging. Lat ongan iva vera um, at vit fara at leggja alla orku í at fáa skúlan bygdan so skjótt og væl sum møguligt.

Helena Dam á Neystabø, Forkvinna í Mentamálanevnd Tórshavnar Býráð

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder