2015-05-12 22:19
Skúlin á Giljanesi skipaði í dag fyri eini stavikapping - í donskum - kappingin var ímillum næmingar frá Vestmanna Skúla, Sandoyar Meginskúla, Skúlanum á Argjahamri og Skúlanum á Giljanesi, á hvørjum liði vóru tríggir næmingar.
Skúlin á Argjahamri og Skúlin á Giljanesi høvdu tvey lið við, ímeðan Vestmanna skúli og Sandoyar Meginskúli høvdu hvørt sítt lið.
??rslitið gjørdist, at 8b frá Skúlanum á Argjahamri vann kappingina, 8. flokkur frá Skúlanum á Giljanesi gjørdist nr. 2 og 8a frá Skúlanum á Argjahamri gjørdist nr. 3.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald