Skuldin má niður
- soleiðis at rásarúm verður til at gera skúlan lidnan
Síðstu tvey valskeiðini hevur okkara kommuna gjørt íløgur fyri fyri 156 milliónir:
ü 61,7 milliónir til skúla
ü 34,9 milliónir til barnagarðar
ü 10,8 milliónir til Ellisheim
ü 40,0 milliónir til teknisk mál ??? t.e. byggibúning, vegir, fríðkan, kloakk,vatn, og hús og amboð til teknisku deild o.a.
ü 8,6 millónir til ítrótt og mentan
Hesar íløgur gera at okkara kommuna, er í góðum standi, og er væl útbygd innan øll vælferðar økir.
Ein lániskuld við árslok 2016 uppá 78,4 milliónir, ella ein nettoskuld uppá 65,7 milliónir, ger at vit hava næst hægstu skuld pr. íbúgva í landinum. Skattaprosentið er eisini tað næst hægsta, 22,75 %, sum í 2017 verður lækkað til 22,5 %.
Góðu tit, ið skulu velja týsdagin 8.november. Okkara kommuna hevur brúk fyri fólki, ið skilja, hava áhugað, og áræði til at reka ein skynsaman fíggjarpolitikk. Vit mugu altíð, hava pening tøkan,klára at standa í móti, klára at gera byggiøkir, og klára at lækka skattin, heldur enn at hækka skattin.
Skúlin skal gerast liðugur, tá ið rásarúm er, og tá ið mest fæst fyri pengarnar. Tað er neyðugt at gera góðar umstøður til tey kreativu fakini. Tað er neyðugt at seta spírar, kreativu evnini hjá børnum og ungum skulu stimbrast. Okkara kommuna hevur tørv á íverksetarum. Ein miðvís undirvísing av børnum og ungum í tónleiki, list og handverki, er uppá langt sikt ein góð íløga fyri kommunu og okkara land.
Avbjóðingin hetta valskeiðið, er at fáa skuldina niður. Tað kunnu gerast umraðfestingar og sparingar, ið geva pláss fyri øðrum íløgum, men ikki í nær og námind, hvat valevnir hava lovað.
Eg vil hava, at møguleiki verður, at útbyggja skúlan, og at skatturin verður lækkaður. Vilja tit? ??? Er svarið ja, er møguleiki at velja ein, sum vil tað sama sum tit.
Albert Ellefsen, býráðslimur og valevni á lista C
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald