Politikkur

Skúlatilboð til børn við serligum tørvi

...

2015-08-30 16:45 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Í dag so er støðan tann, at avvarðandi ikki kenna seg trygg við, hvat hendir við teirra børnum tá skúlaár byrja. Tey mugu berjast fyri at fáa síni rættindi framd og at fáa nøktandi tilboð tøk til teirra barn við serligum tørvi.

Hetta er ikki rætt. Vend má fáast í. Avvarðandi mugu kunnu kenna seg trygg og vita, at góðir karmar verða settir til teirra barn og at tilboð verða gjørd.

Hesi tilboð eru m.a.

- Stuðul verður veittur til menning av barni og ikki eitt ansingartilboð

- Verandi og nýggj tilboð verða skapa og ment innan skúlan, m.a. serstovur

Tørvur er á varandi loysnum innan skúlan, sum ikki bara hava við játtan at gera, men sum ganga yvir fleiri ár, so avvarðandi og starvsfólk kenna seg trygg og vita, hvørjum karmum tey arbeiða undir.

Samstarv má verða ímillum myndugleikar og heim so góðir karmar kunnu útvegast til børn við serligum tørvi. Hetta má henda tíðliga í árinum, so avvarðandi og starvsfólk vita, hvørjar fortreytir eru galdandi.

Nú má skil fáast á hesum, og tað vil Miðflokkurin arbeiða fyri og fáa sett gongd á máli.

Um tú heldur hetta saman við okkum, so set X við lista H

Maibritt Frederiksberg, valevni hjá Miðflokkinum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder