Vinna

Skúlarnir í Vága kommunu fáa nú hjartastartarar

...

2015-10-16 23:01 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Vága kommuna hevur samtykt at keypa 3 hjartastartarar. Ein til skúlan í Miðvági, ein til skúlan á Giljanesi og ein til ítróttarhøllina.


Frammanundan hevur Lions-Vágar saman við Vága Bjargingarfelag sett 3 hjartastartarar upp í kommununi. Ein við sjálvtøkuna í Sandavági, ein við Eik Banka í Miðvági og ein við klædna¬handilin hjá John Poulsen í Vatnsoyrum.
Nú verða tilsamans 6 hjartastartarar í Vága kommunu.

Avtalað er gjørd um regluligt eftirlit og viðlíkahaldið av hjartastartarunum.

Vága Býráð raðfestir trygd rættiliga frammalaga, og vil, saman við avvarðandi pørtum eftirkanna, at allar trygdarfyriskipanir eru nøktandi í kommununi.




Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder