Mentan

SK??LALEIKIR: Felagsskapur og rørslugleði fyri øll

...

2021-06-03 10:59 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

"Felagsskapur og rørslugleði fyri øll". Tað er slagorðið fyri nýggja átakið »Skúlaleikir«, ið fer av bakkastokki eftir summarferiuna - og sum í dag letur upp fyri tilmeldingum á skulaleikir.fo.

Tíðindaskriv 3. juni 2021:

Grundarlagið undir Skúlaleikum er kanning hjá Fólkaheilsuráðnum, ið staðfestir, at bara 15% av føroyskum børnum røra seg nóg mikið. Hetta hevur fingið ÍSF at taka stig til hetta átak, sum er skipað sum eitt breitt samstarv millum kommunurnar, Mentamálaráðið, Fólkaheilsuráðið og Fróðskaparsetrið við tí fyri eygað at geva ítrótti, sum lærugrein, nýggjar møguleikar, og fyri at byggja brýr millum skúla og ítrótt kring landið.

- Flestu børn røra seg eitt sindur í óskipaðum spæli. Tey klatra, hoppa í trappum og gera ymsar aðrar grundleggjandi spælandi rørslur, ið svara til teirra menningarstig. ??tlanin við Skúlaleikum er at flætta hesar spælandi rørslurnar inn í nakrar ítróttagreinar, sum verða tillagaðar menningarstigið hjá næmingunum. Kravið er einfalt: tað skal vera stuttligt, og øll skulu kunna vera við, greiðir Katrin á Neystabø frá, sum samskipar Skúlaleikir fyri ÍSF saman við Helga Winther Olsen, sum er ítróttarligur ráðgevi.

Í Skúlaleikum verður dentur lagdur á felagsskapin í flokkinum og gleðina við at røra seg. Næmingarnir fáa eina uppliving saman, vinna sær stig saman og fáa eyka stig fyri at heppa á hvønn annan. ??ll skulu kenna seg væl, tí Skúlaleikir eru fyri øll.

??keypis og ómakaleyst fyri skúlarnar

Grundleggjandi tankin við Skúlaleikum er, at luttøkan ikki skal krevja nakað eyka av skúlanum. Leikirnir og undirvísingartilfarið er eitt tilboð, sum ein lærari kann velja at brúka sum part av síni undirvísing í núverandi ítróttatíma. Av tí, at Mentamálaráðið og kommunurnar eru við í átakinum, og Betri er við til at stuðla leikunum, nýtist skúlunum ikki at hugsa um meirkostnað.

Undirvísingartilfar verður ment, og verður lagt fram fyri ítróttalærarum á skeiði, sum skipað verður fyri saman við Námi.

- Hetta ger tað ómakaleyst hjá ítróttalærarunum. Tað krevur bert ynski um førleikamenning og at royna okkurt nýtt - og síðani at arbeiða við hesum ítróttargreinunum í ásettu tíðina.

Skúlaárið 2021/22

Komandi skúlaár verður byrjað við 4. og 5. flokki.

4. floks næmingar fara at royna seg í frælsum ítrótti og flogbørnum - og í 5. flokki verður tað innirógving og badminton. Í báðum førum verður dentur lagdur á spæl og felagsskap, og greinarnar verða tillagaðar eftir børnunum.

- Tað fyrsta, sum tó fer í gongd, er, at ítróttarlærarar, sum hava hug at vera við í Skúlaleikum, melda seg og sínar flokkar til. Eftir summarferiuna fer Nám at skipa fyri skeiðum saman við sersambondunum í ávikavist frælsum ítrótti, flogbólti, rógving og badminton - og soleiðis lata ítróttalærararnar í til undirvísingina.

Síðani byrjar undirvísingin úti á skúlunum, sum ítróttalærarin skipar sjálv/ur, men við møguleika fyri at fáa ráðgeving og vitjan av rørsluráðgevum í ávísu ítróttagreinini.

- Skúlaleikir skulu vera fyri øll. Tí er Parasport Føroyar eisini við allan vegin, soleiðis at møguleiki er fyri at tillaga allar venjingarnar og tryggja, at øll fáa verið við - eisini tey við kropsligum avmarkingum, vísir Katrin á Neystabø á.

Enda við eini Landsstevnu

Tá skúlarnir eru komnir ígjøgnum hesar 2x4 vikurnar við ítróttargreinunum, verða undanstevnur skipaðar, har ymsu flokkarnar sleppa at royna seg.

Hesar byrja við, at øll fáa prógv um luttøku, og síðani verða stig givin m.a. fyri samanhald, felagsskap, og hvussu væl næmingarnir heppa á hvør annan, umframt hvussu væl tey standa seg.

Á undanstevnunum finna vit ein til tveir flokkar, sum sleppa at umboða økið á landsstevnu, har ein flokkur í hvørjum árgangi at enda vinnur eitt ferðasteyp.

- Við hesi skipanini royna vit at fáa øll við, bæði tey, ið eru við fyri felagsskapin - og tey, sum vilja royna seg móti øðrum. Endamálið er, at næmingarnir skulu hjálpa hvør øðrum, eggja hvønn annan til og soleiðis styrkja samanhaldið, greiðir Katrin frá.

Væl skipað menningarætlan

Ein ætlan er løgd, sum spakuliga skal menna Skúlaleikir ár um ár. Fyri hvørt ár verða fleiri greinar tiknar við, og fyri hvørt ár sleppa fleiri floksstig eisini at luttaka. Fyrsta árið er eitt royndarár, og vit fara at leggja okkum eftir at eftirmeta væl saman við lærarunum.

Hugsanin er eisini, at aðrar lærugreinir kunnu lofta átakinum. Til dømis ber í náttúru og tøkni til at rokna, hvussu nógv watt skulu til, fyri at rógva í ein tíma. Í føroyskum ber til at arbeiða við føroyska bátinum. Møguleikarnir eru nógvir, og bert hugflogið avmarkar.

Gott høvi verður somuleiðis hjá lokalu ítróttarfeløgunum at lata hurðarnar upp og bjóða teimum næmingunum, hvørs áhugi verður kveiktur, inn at royna seg, og soleiðis fáa tey inn í góðar og sunnar felagsskapir.

- Vónin er, at Skúlaleikir fara at kveikja ein áhuga í rørslu og spæli í gerandisdegnum - eisini uttanfyri skúlatíð.

Fakta:

Les meira á: www.skulaleikir.fo

Tilmelding:

Lærarar kunnu melda sínar flokkar til á www.skulaleikir.fo . Tilmeldingarfreistin er 20. august 2021. G.G. lærarar skulu eisini minnast til at melda seg til skeið á Námi í Skúlaleikum.

Samskipari av Skúlaleikum: ÍSF

Samstarvspartar: Kommunufelagið, Fróðskaparsetrið, Fólkaheilsuráðið og Mentamálaráðið.

Høvuðsstuðul: Betri

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder