JN

Skuffan sett í á Hórheiðum

...

1899-12-28 11:09 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Fyri einum lítlum mánaða síðani var sáttmáli undirritaður á Skála um útstykkingina suður frá Hórheiðum. Jón Sigurdsson og Tórbjørn Jacobsen skrivaðu undir fyri ávikavíst Articon og Runavíkar kommunu. 

Tá varð sagt, at Articon fór undir arbeiðið seinast í november mánaða og at væntandi verður komið á mál í november mánaða í 2020. Kl. 13.00 í gjár setti borgarstjórin fyrstu skuffuna í svørðin, og harvið er arbeiðið byrjað. 27 grundstykkir eru ætlað í hesi útstykkingini. 

Ynskja áhugað at vita meiri um útstykkingina ber til at seta seg í samband við Runavíkar kommunu

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder