2019-08-21 11:16

Hav.fo: Í mai 2017 undirskrivaðu Fiskimálaráðið og MEST sáttmála um at byggja tað nýggja rannsóknarskipið.
MEST fekk síðan Western Baltic Shipyard í Litava at gera skrokkin. Skrokkurin er nú um at vera liðugur og skipasmiðjan hevur boðað frá, at hann verður klárur at sjóseta tann 30. august.
Skrokkurin verður latin MEST tann 4. september. Eftir tað verður hann sleipaður inn á Skála, har skipið verður gjørt liðugt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald